Kennir tú teg strongdan?
Tørvar tær hjálp til at megna gerandisdagin?
Við STRESSCOACHING fært tú vitan um strongd og amboð til at fáa hana úr kroppinum.
Tú fært mótstøðuføri móti framtíðar strongd og kanst aftur liva eitt virkið lív.
STRESSCOACHING er ein tilgongd við 7 samrøðum.
Berit Unn Petersen
Berit er útbúgvin sosialráðgevi og kandidatur í sosialum arbeiði við síðufaki í sálarfrøði. Í 2018 tók hon útbúgving sum stresscoach og arbeiðir nú við at hjálpa fólki, ið eru strongd. Berit hevur 24 ára starvsroyndir við sosialum arbeiði, seinastu 9 árini sum leiðari. CV liggur á Linkedln. Berit er fødd í 1969, gift og hevur 2 vaksnar døtur og eina vaksna gávudóttur.


Egnar upplivingar við strongd
Berit hevur sjálv upplivað afturvendandi strongd yvir fleiri ár. Í 2017 var støðan so tyngjandi, at hon bleiv sjúk av strongd. Tað var ein sera trupul støða, ið ávirkaði hana og hennara familju. Berit fekk samband við ein danskan stresscoach og fekk miðvísa hjálp móti strongd. Aftaná hálvt ár heima, byrjaði hon at arbeiða nakrar tímar um vikuna og endaði við aftur at arbeiða fulla tíð.
Tað hevði stóran týdning fyri Berit at fáa miðvísa hjálp, og hon livir nú eitt virkið lív. Berit hevur lokið útbúgving sum stresscoach og arbeiði nú við at hjálpa øðrum, ið hava tørv á miðvísari hjálp móti strongd, so at tey aftur fáa eitt gott og virkið lív. Hennara ynski er at fólk, ið kenna seg strongd fáa skjóta og miðvísa hjálp, so tey aftur uppliva javnvág og yvirskot.
Hvat er strongd?
STRONGDREAKTIÓNIR
Brádligar strongdreaktiónir koma og fara skjótt og vara frá nøkrum minuttum til tímar, alt eftir hvussu stór hendingin var. Strongdreaktiónir hava sína orsøk, og flestu strongdreaktiónir eru natúrligar og hjálpa okkum í vandamiklum støðum við at fáa okkum til antin at leypa á, frysta ella flýggja. Strongdreaktiónir kunnu tó eisini koma av trýsti frá okkum sjálvum ella øðrum. Tað er altíð okkurt ávíst, sum ger teg strongdan, áðrenn strongdreaktiónin kemur, men tað er ikki altíð, at tú veitst, hvat tað er, sum ger teg strongdan.
AfTRurVENDANDI STRONGDREAKTIÓNIR
Afturvendandi strongreaktiónir kunnu føra við sær, at støðan við strongd gerst meira varandi. Støða við afturvendandi strongd kann koma spakuliga og fara spakuliga burtur aftur. Tað tekur tíð at byggja eina støðu við tyngjandi strong upp. Tað kunnu ganga mánaðir ella ár, áðrenn støðan við strongd verður álvarsom. Tá tekur tað eisini mánaðir at koma burtur úr støðuni aftur.
tyngjandi STRONGD
Tyngjandi strongd ella langtíðar strongd kemur, tá tú í langa tíð upplivir afturvendandi strongdreaktiónir í gerandisdegnum, uttan at strongdin fær møguleika fyri at fara úr kroppinum aftur. Tyngjandi strongd er vandamikil og tú eigur at steðga á og søkja tær hjálp.

Her eru nøkur dømir uppá tekin uppá strongd. Tú kanst hava onnur tekin enn hesi, og omanfyristandandi tekin kunnu verða tekin uppá annað enn strongd. Ivast tú, so eigur tú at venda tær til tín kommunulækna fyri at fáa kanna um tíni tekin kunnu hava aðra orsøk enn strongd.
HVUSSU NÓGV FÓLK KENNA SEG STRONGDAN?
Alsamt fleiri danir uppliva tyngjandi strongd, og strongd er soleiðis ein vaksandi fólkaheilsutrupulleiki. Talið av vaksnum dønum í uppliva tyngjandi strongd var 21% í 2013, 25% í 2017, 29% í 2021.
Tað er ein størri partur av kvinnum, ið uppliva tyngjandi strongd enn monnum. Í 2021 upplivdu 34% av kvinnunum álvarsama strongd, meðan tað sama var galdandi fyri 25% av monnunum.
Kelda: Tal og fakta om stress | Fagperson | Sundhedsstyrelsen
HVØR VERÐUR STRONGDUR?
ØLL kunnu gerast tyngd av strongd um umstøðurnar eru til tað. Vit eru ymisk og gerast strongd av ymiskum orsøkum. Sagt verður, at helvtina av orsøkini til, at vit uppliva tyngjandi strongd, er okkara egnu tankar, meðan hin helvtin er frá uttara viðurskiftum. Vit eru øll ymisk og liva undir ymiskum lívsumstøðum og er hetta tí ikki galdandi fyri øll. Nøkur eru meira viðkvæm fyri strongd, t.d. tey, ið hava lágt sjálvvirði, tey, ið eru perfektionistdisk, konrolfreaks, arbeiðsnarkomanar, og tey, ið hava ringt við at siga nei. Men hetta er als ikki galdandi fyri øll.
Men uttan mun til hvat orsøkin ella orsøkirnar eru til tyngjandi
stongd, kann strongd ávirka títt lív á fleiri økjum. Tað besta er at læra at leggja til merkis tegini uppá strongd so tíðliga sum møguligt og gera nakað við tað, áðrenn tað verður til tyngjandi strongd ella álvarsliga strongd. Men tað eydnast ikki altíð at steðga í rættari tíð, og tá er tað týdningarmikið at fáa miðvísa hjálp, áðrenn kroppurin sigur STOP.
Hvat er stresscoaching?
STResscoaching
Stresscoaching er ein málrættað hjálp har tú fært
– fært vitan um strongd
– fært amboð til at fáa tyngjandi strongd úr kroppinum
– fært mótstøðuføri móti tyngjandi strongd framyvir
Stresscoaching er hjálp til sjálvhjálp og øll kunnu hava gleði av stresscoaching.
Í stresscoaching verður støði tikið í tíni støðu, tínari søgu og tínum eyðkennum. Síðani verður tilgongdin tillagað eftir hesum, so at tú fært tí bestu hjálpina til aftur at koma í javnvág.
Stresscoaching er meira og annað enn vanlig coaching ella terapi. Vanlig coaching og terapi er ofta ikki nokk og kann í ringjast føri gera støðuna verri. Stresscoaching er málrættað hjálp til tey, ið eru tyngd av stongd. Men um tú, áðrenn tú bleiv strongd/ur, hevði gagn av hjálp frá sálarfrøðingi, so er hjálp frá sálarfrøðingi eisini tann rætta loysnin, tá tú ert strongd/ur.
Tíðarskeið
Stresscoaching er ein tilgongd við 7 samrøðum yvir 3 mánaðir. Tað er ein vika í millum tær fyrstu samrøðurnar, síðani 2, 3 og 4 vikur millum tær seidnu samrøðurnar.
Til fyrstu samrøðuna fært tú bókina “Mindre stress mere overskud”, ið Bjarne Toftegård hevur skrivað, og eina notisbók. Bókin og notisbókin brúkar tú í allari tilgongdini.
STResscoach
Berit er útbúgvin stresscoach hjá Bjarne Toftegård, Forebyg Stress ApS, København. https://www.forebygstress.dk/

TÆNASTUR
Stresscoaching pakkkar
7 samrøður á 1 tíma fyri 5.650 kr. íroknað tilfar.
7 samrøður á 1½ – 2 tímar fyri 7.350 kr. íroknað tilfar.
Aðrar tænastur
Samrøður og supervisión
Framløgur og verkstovur
Ráðgeving til smærri verkætlanir
Set teg í samband við at senda eini boð ella við at ringja.