Kennir tú teg strongdan?


Hevur tú brúk fyri hjálp til at koma úr støðuni við strongd og at fyribyrgja, at tú aftur verður strongdur? Er svarið Ja?

So hevur tú møguleika fyri at koma til STRESSCOACHING og læra, hvat skal til fyri at fáa strongdina úr kroppinum og hvussu tú tryggjar, at tú fært mótstøðuføri móti framtíðar strongd.

Berit Unn Petersen

Eg eri útbúgvin sosialráðgevi og kandidatur í sosialum arbeiði við síðufaki í sálarfrøði. Í 2018 tók eg útbúgving sum stresscoach og arbeiði eg nú við at hjálpa fólki, ið eru strongd. Eg havi 24 ára starvsroyndir við sosialt arbeiði, seinastu 9 árini sum leiðari. CV liggur á Linkedln. Eg eri fødd í 1969, gift og havi 2 vaksnar døtur og eina vaksna gávudóttur. 

Um Berit Unn Petersen
terapihølið hjá Berit Unn Petersen

Egnar upplivingar við strongd

Eg havi sjálv upplivað afturvendandi strongd yvir fleiri ár. Í 2017 var støðan so tyngjandi, at eg bleiv sjúk av strongd. Tað var ein sera trupul støða, ið ávirkaði meg og mína familju nógv. Eg fekk samband við ein danskan stresscoach og fekk miðvísa hjálp móti strongd. Aftaná hálvt ár heima, byrjaði at arbeiða nakrar tímar um vikuna og endaði við aftur at arbeiða fulla tíð. 

Tað hevði stóran týdning fyri meg at fáa miðvísa hjálp, og livi eg nú eitt virkið lív uttan strongd. Eg havi lokið útbúgving sum stresscoach og arbeiði nú við at hjálpa øðrum, ið hava tørv á miðvísari hjálp móti strongd, so at tey aftur fáa eitt gott og virkið lív uttan strongd. Mítt ynski er at fólk, ið kenna seg strongd fáa skjóta og miðvísa hjálp, so tey aftur fáa javnvág og yvirskot.

Hvat er strongd?


STRONGDREAKTIÓNIR

Strongdreaktiónir koma og fara skjótt og vara frá nøkrum minuttum til tímar, alt eftir hvussu stór hendingin var. Strongdreaktiónir hava sína orsøk, og flestu strongdreaktiónir eru natúrligar og hjálpa okkum í vandamiklum støðum við at fáa okkum til antin at leypa á, frysta ella flýggja. Strongdreaktiónir kunnu tó eisini koma av trýsti frá okkum sjálvum ella øðrum. Tað er altíð okkurt ávíst, sum ger teg strongdan, áðrenn strongdreaktiónin kemur, men tað er ikki altíð, at tú veitst, hvat tað er, sum ger teg strongdan.

AfTRurVENDANDI STRONGDREAKTIÓNIR

Afturvendandi strongreaktiónir kunnu føra við sær, at støðan við strongd gerst meira varandi. Støða við afturvendandi strongd kann koma spakuliga og fara spakuliga burtur aftur. Tað tekur tíð at byggja eina støðu við tyngjandi strong upp. Tað kunnu ganga mánaðir ella ár, áðrenn støðan við strongd verður álvarsom. Tá tekur tað eisini mánaðir at koma burtur úr støðuni aftur.

tyngjandi STRONGD

Tyngjandi strongd ella langtíðar strongd kemur, tá tú í langa tíð upplivir afturvendandi strongdreaktiónir í gerandisdegnum, uttan at strongdin fær møguleika fyri at fara úr kroppinum aftur. Tyngjandi strongd er vandamikil og tú eigur at steðga á og søkja tær hjálp.

HVUSSU NÓGV FÓLK KENNA SEG STRONGDAN?

Ein donsk kanning vísur, at talið av fólkum, ið kenda seg strongdan í gerandisdegnum er vaksandi. Í 2010 vóru tað 12,6%, í 2017 16,8%, og í 2021 vóru tað 18,8%, ið kendu seg strongdan í gerandisdegnum. Býti millum kynini er 22,6% kvinnur og 14,8% menn, ið kenna seg strongdan í gerandisdegnum (Statens Institut for Folkesundhed, 2021).

HVØR VERÐUR STRONGDUR?

ØLL kunnu gerast tyngd av strongd um umstøðurnar eru til tað og vit gerast strongd av ymiskum orsøkum. Sagt verður, at helvtina av orsøkini til, at vit gerast strongd, er okkara egnu tankar, meðan hin helvtin er frá uttara viðurskiftum. Vit eru øll ymisk og liva undir ymiskum lívsumstøðum og er hetta tí ikki galdandi fyri øll. Nøkur eru meira viðkvæm fyri strongd, t.d. tey, ið hava lágt sjálvvirði, tey, ið eru perfektionistdisk, konrolfreaks, arbeiðsnarkomanar, og tey, ið hava ringt við at siga nei. Men hetta er als ikki galdandi fyri øll.
Men uttan mun til hvat orsøkin ella orsøkirnar eru til stongd, kann strongd ávirka títt lív á fleiri økjum. Tað besta er at læra at leggja til merkis strongd so tíðliga sum møguligt og gera nakað við tað, áðrenn tað verður til tyngjandi strongd ella álvarsliga strongd. Men tað eydnast ikki altíð at steðga í rættari tíð, og tá er tað týdningarmikið at fáa miðvísa hjálp, áðrenn kroppurin sigur STOP.

Hvat er stresscoaching?


STResscoaching

Stresscoaching er ein málrættað hjálp til at fáa strongdina úr kroppinum aftur, umframt ein hjálp til at fáa mótstøðuføri móti strongd og til at fyribyrgja strongd í framtíðini. Stresscoaching er hjálp til sjálvhjálp og øll kunnu hava gleði av stresscoaching.

Í stresscoaching verður støði tikið í tíni støðu, tínari søgu og tínum eyðkennum. Síðani verður tilgongdin tillagað eftir hesum, so at tú fært tí bestu hjálpina til aftur at koma í javnvág.

Við stresscoaching fært tú vitan um strongd, amboð til at fáa strongdina úr kroppinum og hjálp til at fáa gerandisdagin at virka aftur. Við stresscaoaching verður tú góð/ur til at fyribyrgja og handfara strongd í framtíðini.

Stresscoaching er meira og annað enn vanlig coaching ella terapi. Vanlig coaching og terapi er ofta ikki nokk og kann í ringjast føri gera støðuna verri. Stresscoaching er málrættað hjálp til tey, ið er stongd. Men um tú, áðrenn tú bleiv stressaður, hevði gagn av hjálp frá sálarfrøðingi, so er hjálp frá sálarfrøðingi eisini tann rætta loysnin, tá tú ert strongdur.

Tíðarskeið

Stresscoaching er ein tilgongd við 7 samrøðum yvir 3 mánaðir. Tað er ein vika í millum tær fyrstu samrøðurnar, síðani 2 og 3 vikur millum tær seidnu samrøðurnar.
Til tí fyrstu samrøðuna fært tú bókina “Mindre stress mere overskud” av Bjarne Toftegård, og eina notisbók. Bókin og notisbókin brúkar tú í allari tilgongdini.

STResscoach

Berit er útbúgvin stresscoach hjá Bjarne Toftegård, Forebyg Stress ApS, København. https://www.forebygstress.dk/

evidens

Um tað hevur týdning fyri teg, at tað er evidens for ta viðgerð, ið verður veitt við stresscoaching, so vísa kanningar at hetta slag av coaching kann hjálpa fólki at koma fyri seg aftaná stongd tvífalt so skjótt, samanborið við aðra hjálp. Úrslitið er frá einari granskingarverkætlan, ið byrjaði í 2016 og sum nú er við at enda. Les meira um verkætlanina her: https://www.psykiatri-regionh.dk/om-hospitalet/udvikling/ibbis/Sider/IBBIS-forskning.aspx


TÆNASTUR

Stresscoaching pakki
7 samrøður á 1 – 1½ tíma fyri 4.400 kr, íroknað tilfar.
7 samrøður á 1½ – 2 tímar fyri 5.800 kr, íroknað tilfar.

Stresscoaching samrøða
Prísir sambart avtalu.

Supervisión og ráðgeving
Prísir sambart avtalu.

Framløga og fyrilestur
Prísir sambart avtalu.

Set teg í samband við at senda eini boð ella við at ringja.

Samband

Samband